08 May
Norðoyggjar
Free
Ítróttur

NS hálvmarathon 2021

x

FM HÁLVMARATON, NS HÁLVMARATON, NS STUÐULSSRENNING OG BARNARENNING VERÐUR LEYGARDAGIN 8. MAI 2021 Í GØTUNUM Í KLAKSVÍK. STARTUR OG MÁL UTTANFYRI HØVUÐSDEILDINA HJÁ NORÐOYA SPARIKASSA OG ØLL VÆLKOMIN AT RENNA VIÐ.

Treysti skipar í ár fyri NS hálvmaraton í Klaksvík. Hetta verður samstundis FM í hálvmaraton. Talan verður um eitt sokallað býar hálvmaraton, tí tað verður bert runnið í býnum, á einum rundteini á 5,3 km.

Umframt hálvmaraton so verður eisini skipað fyri 5 km stuðulsrenning og barnarenning.

Startur og mál verða á vegnum høvuðsdeildina hjá Norðoya Sparikassa og Betesda. Hálvmaraton verður runnið fýra ferðir norður til Stangaskákið (Victor á Lakjuni) og út á Bumshamar (Torvgøtu) at venda.

Motiónsrenningin er eitt umfar av hesum rutu. Barnarenningin er eitt umfar runt “Lítla Eið”, sum er góðar 400m.

Talan verður um DAF-góðkendan hálvmaraton tein.

Fyri at luttaka í hálvmaraton skal ein vera fødd/føddur í 2004 ella fyrr. Fyri at luttaka í FM er tað ein treyt, at man er limur í einum felag undir FÍF.

Samstundis, sum talan er um FM, so verður hetta eisini opin kapping har øll kunnu luttaka.

Tíð og stað
Startur uttanfyri Norðoya Sparikassa kl. 14.00. Barnarenningin byrjar kl. 13.30.

Address


700 Klaksvík
Norðoyggjar

Contact

Website

Date

08 May 14:00

Price

Free