08 Dec
Tórshavn (capital)
200 DKK
Tónleikur

Nýggi norðurlendski tónleikabólkurin Klingra

x
Book now

Bólkurin er mannaður við tónleikarum úr Danmark, Finnlandi, Norra, Letlandi og Føroyum. Sjálvir siga teir at tónleikurin sveimar á markinum millum klassiskan og rútmiskan tónleik. Ella er talan um eina heilt nýggja tónleikagrein nevnd “indie klassiskt”.

Bólkurin Klingra er sprottin úr norðurlendska bólkinum Afenginn, sum hevur fingið tónleikavirðislønir og sum fyri stuttum útgav fløguna Klingra.

Tá bólkurin Afenginn fóru í holt við at skriva og innspæla tónleik til seinastu fløguna, valdu tey at samstarva við fleiri føroyskar tónleikarar.  Úrslsitið gjørdist fløgan Klingra. Tónleikurin hjá Afenginn er sera væl móttikin í ymsum londum og hevur verið framførdur í Australia, Russlandi, Europa og USA. Klingra vann tvær FMA virðislønir, bæði fyri bestu fløgu (í opna bólkinum) og vann eisini fyri besta tekstin.

Samstarvið millum Afenginn og føroyingarnar hevur ført við sær, at teir nú hava stovnað bólkin Klingra. Hesin bólkurin er nú klárur við spildur nýggjum tilfari, sum verður frumframført í Høllini í Norðurlandahúsinum.

Manning

Kim Rafael Nyberg:

Komponistur, keyboards og mandolin. Kim er eisini høvuðsmaður í bólkinum Afenginn.

Dánjal á Neystabø: 

Komponistur og teksthøvundur, tangentar og syngur

Mikael Blak: 

Framleiðsla, keyboards og bass

Heðin Ziska Davidsen: 

Framleiðsla, Elektronikk og Guitar

Maggie Björklund:

Pedal Steel Guitar. Maggie hevur millum annað spælt við Jack White og Sort Sol

Knut Finsrud: 

Trummur og slagverk. Hevur spælt við Savage Rose, Kira Skov og Simon Toldam

Romans Komar:

Ljóðdesign. Hevur millum annað arbeitt við Aquasonic og Jens L. Thomsen.

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

08 Dec 19:30

Price

Book now

200 DKK