21 Nov
Tórshavn (capital)
Free
Bókmentan

Nýggjar føroyskar ungdómsbøkur

x
Book now

Tað er langt ímillum, at upprunaføroyskar ungdómsskaldsøgur koma út, og tí seta vit sjóneykuna á hesar bøkurnar á ársins Bókadøgum. Bøkurnar eru sera ymiskar, men báðar bjóða lesaranum eina forkunnuga og øðrvísi uppliving.

Eyð Steinbjørnsdóttir og Sanna A. Dahl hava samrøðu við Rakel Helmsdal og Marjuna Syderbø Kjelnæs um nýggju skaldsøgurnar.

Sum rótskot eftir Marjuna Syderbø Kjelnæs er ein samtíðarlig og aktuell søga um ung og umhvørvistrupulleikar. Hon snýr seg um fýra vinfólk, sum vilja hava fólk at vakna og taka umhvørviskreppuna í álvara. Men tá tey velja at taka sakina í egnar hendur, fær tað avleiðingar, sum tey ikki høvdu ímyndað sær. Bókin viðger eisini evni sum álvarsliga sjúku, vinalag og kynssamleika.

Kjarr eftir Rakel Helmsdal er ein fangandi skaldsøga um Lauru, sum finnur eina beinagrind. Beinagrindin sendir hana út á eina ferð ígjøgnum Europa at leita eftir svarum. Á ferðini fær lesarin so við og við innlit í trupla uppvøksturin hjá Lauru. Hetta er ein listaliga fjølbroytt skaldsøga, sum lesarin upplivir ígjøgnum ymisk tekstsløg og myndir. Kathrina Skarðsá hevur myndprýtt bókina.

Tiltakið er eitt samstarv millum Bókadeild Føroya Lærarafelags og Norðurlandahúsið.

Tilmelding krevst til øll tiltøk, eisini til tey, ið eru ókeypis. Hetta fyri at tryggja, at pláss er til øll og til smittuslóð.

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

21 Nov 16:00

Price

Book now Free