10 Jan - 11 Jan
Tórshavn (capital)
500 DKK
Tónleikur

Nýggjárskonsertin 2020

x
Book now
Føroya Symfoniorkestur, kór og solistar

Í prísinum eru íroknað champagna og kransakaka í steðginum.

Aftur í ár fáa tit eina spennandi konsertskrá til Nýggjárskonsertina.

Umframt góðan tónleik frá t.d. Verdi, Puccini, Faure, Wagner, Carl Nielsen o.ø, sum eyðmerkir eina góða Nýggjárskonsert, so hava symfoniorkestri í ár tvey føroysk verk á skránni.

Atli Petersen hevur skrivað eina Fanfaru, sum eitur Klovin Klettur, og Ísak N. Jacobsen hevur skrivað ein Tango, hann kallar “Tango vónir”.  Ísak sigur, at tá ið hann og konan byrjaður at dansa Tango, fann hann út av, at hetta ikki var so lætt, sum hann helt. Hann kallaði tí lagið  ”Tango vónir”, tí hann hevur góðar vónir um, at tað verður framgongd í Tangodansinum hjá honum og konuni.

Í Tangolagnum fáa fleir ljóðføri í orkestrinum høvi til at eina lítla solo, og sjálvandi er eingin Tango uttan eina góðan Accordionleikara. Tað er Anna Hüdepohl, tónleikalærari,  sum er solistur á Accordion.

Eingin Nýggjárskonsert uttan Kór Føroya Symfoniorkesturs og góðar sangsolistar. Í ár hava vit aftur forkunnuga vitjan úr Mariinsky Operahøllini í St. Patursborg, Yekaterina Solovyova,  sopran og Sergei Semishkur, tenor.

Tað verður helst hugtakandi at fáa høvi til at hoyra hesi syngja saman við Kóri- og Symfoniorkestrinum.

Tað verða eisini aðrir solistar á skránni. Dávur Birgisson spælir 1. sats av Guitar concerto hjá Elmer Bernstein

Konsertin leygardag verður send beinleiðis í sjónvarpinum frá kl. 19.30. Heitt verður á øll um at møta í góðari tíð. Bert heilt fá parkeringspláss eru við Norðurlandahúsið.

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

10 Jan 2020 19:00
11 Jan 2020 19:00

Price

Book now

Vanligt 500 DKK