01 May
Vágar
Free
Tónleikur

Ókeypis Drive-in konsert í Sandavági

x

Vit hava glett okkum so nógv til 2. mai, tá Húsagongd skuldi vera fyri 6. ferð og eru ógvuliga harmar um at avlýsa tiltakið. Men vit halda, at vit øll hava brúk fyri at hoyra góðan tónleik og kanska serliga í hesum tíðum. Tí verður skipað fyri einari konsert, sum er lagað til umstøðurnar. Talan er um eina drive-in konsert niðri við valloyruna í Sandavági, og øll eru vælkomin.

Sjálv konsertin byrjar kl 19:00, men tilber at koma frá kl 17:30.

Tiltakið er ókeypis, men til ber at flyta eina stuðulsupphædd á kontonr. 6460-5471003, allur stuðul er vælkomin.

Komið og hugnið okkum saman, men við fjarstøðu ❤️

Fyriskiparnir av Húsagongd
Beinta Gudmundsen & Ragnhild Olsen

Address

Sandavágs Kirkja

Gamlivegur 2
360 Sandavágur
Vágar

Date

01 May 19:00 - 22:00

Price

Free

Organiser

Website