Ólavsøka
Á ólavsøku streyma føroyingar úr øllum ættum til Havnar at hitta fólk og hátíðarhalda tjóðarveitslu okkara. Dagarnar 28. og 29. juli er fólkatalið í høvuðsstaðnum nærum tvífaldað.
Ólavsøkan er tjóðarhátíð okkara og verður hildin til minnis um norska kongin Ólav hin Heilaga, sum fall á Stiklastøðum í 1030.
Ein hópur av tiltøkum setur sín dám á Havnina hesar dagarnar, har gaman og álvara, ung og gomu ganga lið um lið.
Tiltøkini eru nogv í tali. Burtur úr rúgvuni kunnu verða nevnd kappríðing, skrúðgonga við ítróttafólki og hornorkestri, kappróður, fótbóltur, konsertir og listaframsýningar. Og so er tað miðnáttarsangurin. Tá eru einir 12.000 glaðir ólavsøkugestir savnaðir í heimsins størsta kóri.
Tingið verður sett á ólavsøku.
Skráin fæst í vikuni undan Ólavsøku hjá Visit Tórshavn
Address
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)