22 Feb
Tórshavn (capital)
100 - 200 DKK
Tónleikur

Ólavur á Váli Olsen

x
Book now
Lagt er upp til eitt brak av einari konsert í Norðurlandahúsinum, tá ókrúnaði countryprinsurin Ólavur á Váli Olsen fer á pallin við bólki sínum.

Ólavur hevur áður spælt í Norðurlandahúsinum í sambandi við nakrar konsertverkætlanir sum eitt nú stórfingna Eagles-konsertin í fjør, men hann hevur ongantíð staðið sum einsamalt navn á plakatini – fyrr enn nú! Ungi havnarmaðurin gleðir seg til at sleppa at framføra aftur í glæsiligu umstøðunum í Norðurlandahúsinum. Vikuna áðrenn framførir hann við bólki sínum í SALT á Drelnesi, so talan verður um ein Ólav í toppformi, tí hann hevur eisini nógvar spælingar gjøgnum allan veturin. Ólavur fyri stuttum latið tvey nýggj løg úr hondum, og hesi vera sjálvsagt at hoyra 22. februar. Annars kemur fløga hansara frá 2017, “Her & Nú” at mynda stóran part av konsertini, umframt ymiskt annað – og kanska okkurt yvirraskilsi.

Bólkurin er mannaður av:

Ólavi á Váli Olsen – Sang og gittar

Jóhan Ziskason – Gittar

Magna Husgaard – Tangentar

Eriki Biskupstø – Bass

Jákupi Zachariassen – Steel gittar

Henningi Hjalt Nicodemussen – Trummur

Charlottu á Váli Olsen – Kór

Lailu Carlsen – Kór

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

22 Feb 19:30

Price

Book now

Vanligt 200 DKK

Lesandi 100 DKK