28 Sep
Tórshavn (capital)
250 DKK
Ráðstevnur

Ótrúligi heilin og autisma sæð innanífrá

x
Book now
Fyrilestur við Peter Lund Madsen, heilagranskara, og Anne Skov Jensen, sum hevur Aspergers syndrom

Heilin verður alsamt undirdíktur við hendingum og fyribrigdum uttanífrá, og hetta kann verða trupult at finna runt í, tí avgerðir skulu takast við støði í vitan, royndum og kenslum, og tað skal passa inn í ein ávísan sosialan samanhang. Tað kann, sum flestum kunnugt, verða ein avbjóðing. Hendan fløkta tilgongd kann tykjast sum nakað av einari forðarenning – serliga um viðkomandi hevur autismu/Aspergers syndrom.

Peter Lund Madsen kemur at greiða okkum frá, hvussu tann vanligi heilin virkar, og hvussu tann autistiski heilin viðhvørt er við undirlutan, tá ið tað snýr seg um at greina sosialar støður, tulka og skilja sansaárin, og tá ið heilin verður strongdur.

Anne Skov Jensen, sum stendur aftanfyri Overlevelsesguiden og luttekur í De skjulte talenter á DR1, greiðir við støði í sínum egna lívi við Aspergers syndrom frá styrkjum og avbjóðingum, samskifti, strongd og niðurbræðingum, bøtandi strategium, og hvussu eitt gott autismulív kann síggja út. Anne hevur sjálv Aspergers syndrom og ADHD og eigur ein son og eina dóttir við somu diagnosum.

Tiltakið er stuðlað av Norðurlandahúsinum.

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

28 Sep 21:00 - 21:15

Price

Book now

Vanligt 250 DKK