Bókmentan
Tónleikur
Annað
Pedagogfelagið 40 ár
1. Juni kann Føroya Pedagogfelag hátíðarhalda, at 40 ár eru liðin, síðan Føroya Pedagogfelag varð stovnað á Verkstaðnum Vón á Argjum.
Í hesum sambandi gevur felagið út bók um felagssøguna, sum Uni Arge, journalistur, hevur skrivað.
Bókin verður løgd fram í Perluni í Tórsgøtu í Havn mikudagin 1. juni frá kl. 17.00 til kl. 19.00.
Jógvan Philbrow, formaður, bjóðar vælkomin, og høvundurin Uni Arge greiðir frá arbeiðinum við bókini.
Felagið bjóðar tónleikaframførslur, gott ábit og børn fáa ballónir og annað gott.
Øll eru vælkomin.
Address
Reinsaríið og Perlan
Tórsgøta 3
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)
Date
01 Jun