17 Aug
Norðoyggjar
Free
Annað

Pensiónstilveran nú og framyvir

x

Pensjónistatilveran nú og framyvir
– setið ❌ í kalendaran leygardagin 17. august

Hendan samgongan hevur samtykt eina pensjónsnýskipan, sum kemur í gildi 1. januar 2020. Hvat merkir tað fyri verandi og komandi pensjónistar? Og hvørjar broytingar kunnu vit vænta, um Tjóðveldi kemur aftur í landsins leiðslu?

Norðoya Tjóðveldisfelag og Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum og valevni hjá Tjóðveldi til løgtingsvalið, bjóða leygardagin til framløgu og prát um, hvørjar broytingar koma í gildi fyri verandi og komandi pensjónistar, tá ið pensjónsnýskipanin kemur í gildi á nýggjárinum.

Til dømis kunnu pensjónistar frameftir velja at útseta pensjónina – og afturfyri fáa hægri pensjón seinni – ella fáa framskundaða pensjón áðrenn pensjónsaldur. Og visti tú, at nú verður mótrokning millum hjún strikað?

Tað kanst tú hoyra meira um leygardagin 17. august klokkan 17.00. Tiltakið varðar ein góðan tíma, og er í valkafé’ini hjá Norðoya Tjóðveldisfelag. Valkafé’in er uppi á Kunningarstovuni í Klaksvík og vit bjóða nátturða.

Øll eru hjartaliga vælkomin 😊

Address

Norðoya kunningarstova

Biskupsstøðgøta 9
700 Klaksvík
Norðoyggjar

Date

17 Aug

Price

Free

Organiser

Norðoya tjóðveldisfelag

(+298) 260678
Whatson@klaksvik.fo