30 Jan
Tórshavn (capital)
Free
Tónleikur

Plúmm útgávukonsert

x
Book now
Útgávukonsert við legendariska føroyska jazzbólkinum (og nøkrum loyniligum gestum). Áhoyrarar kunnu vænta sær eitt brak av eini konsert í stóru Høllini í Norðurlandahúsinum.

Herfyri gav bólkurin plúmm út fløguna Catch við sjey kompositiónum eftir Leiv Thomsen. Løgini fevna víða og nema við fleiri ymsar kenslur. Stílurin er íblástur av fleiri ymsum tónleikasløgum, jazzi, rocki, klassiskum og øðrum, og tónleikurin á fløguni ber brá av tí serliga dáminum, tónleikarar hvør sær borðreiða við. Eitt eru løgini hjá bólkinum, eitt annað eru live-framførslurnar. Bólkinum Plúmm dámar allarbest at spæla live, og á Vetrarjazzi 2020 kann man tí rokna við einum eyka musikalskum vørri, eins og konsertskráin ikki bert fevnir um løg av nýggju fløguni men eisini tilfari úr eldru lagskjáttuni. Lagt verður tí upp til eina tónleikauppliving av teimum sjáldsomu og stóru. Konsertin verður ikki bert ein útgávukonsert hjá bólkinum men ein heilstoypt konsert hjá einum tónleikabólki, sum nú í eitt mannaminni hevur lagt grundtónan til stóran part av føroysku tónleikamentanini.

Leivur Thomsen – guitar

Magnus Johannessen – ljómborð

Arnold Ludvig – bass

Rógvi á Rógvu – trummur

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

30 Jan 19:30

Price

Book now Free