03 Oct
Tórshavn (capital)
60 - 120 DKK
Palllist

Portmanteau (FI)

x
Book now
Ein línudansari, ein gyklari, ein myndlistamaður, ein tónleikari, ein ljóssniðgevi og fleiri gamlar uppvørpur – saman geva tey eina vakra, kensluborna sýning.

Eitt Portmanteau er ein málslig blanding av orðum, har partar av fleiri orðum og teirra merking verða sett saman til eitt nýtt orð.

Á sama hátt sameinir tvørlistaliga sýningin Portmanteau ein dansara / línudansara, ein gyklara / listamann, ein tónleikara, ein ljóssniðgeva og gamlar uppvørpur.

Við hondgjørdum myndatilfari, sum verður víst á veggir, gólv og kroppar, og vøkrum ljóðum av kontrabassi viðger sýningin sambond og samvirkni við inniligum løtum av møti og skilnaði.

Ein spælandi longsul eftir tí gamla og nærverandi samspæl ímillum uppvørpurnar og tey framførandi eru við til at skapa eitt ærligan og livandi visuellan heim.

Portmanteau ynskir at vekja kenslurnar hjá áhoyrarunum við at bjóða teimum at hyggja, merkja og uppliva.

Orðið Portmanteau varð fyrstu ferð nýtt á hendan hátt í bókini “Through the looking glass” hjá Lewis Carrol, tá Humpty Dumpty greiðir frá tí at seta orð saman á ymsar hættir. Hann sigur soleiðis við Alice: “You see it’s like a portmanteau – there are two meanings packed up into one word”. Við at nýta hesa meginregluna í einum øðrum samanhange, setir Portmanteau saman sirkus, dans, livandi tónleik og myndlist.

Listafólkini eru Mira Ravald og Luis Sartori Do Valo

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

03 Oct 19:30

Price

Book now

Vanligt 120 DKK

Lesandi 60 DKK