28 Oct
Norðoyggjar
Free
Annað

Poulina Joensen 100 ár

x

Sunnudagin 26. september eru 100 ár liðin síðan Poulina Joensen var fødd.

Poulina var dóttir Eliesar Joensen (í Pálsstovu) úr Mikladali og Bergittu, fødd Dam úr Havn. Poulina byrjaði sum ung at tekna og mála og var við í listaframsýningum í fimmtiárunum og frameftir.

Seinni – fyrst í sekstiárunum, fór hon undir postalínsmáling, og hon fekst eisini við linoleumsskurð, umframt at hon arbeiddi við leiri.

Maður hennara var Jákup Bernhard Joensen, vanliga nevndur Bernhard Brim. Saman tóku tey stig til listaframsýningarnar á Norðoyastevnu og skipaðu fyri teimum í fleiri ár.

Skipað verður fyri eini minnisløtu um Poulinu Joensen í Miðhøllini á Skúlatrøð, saman við Norðoya Listafelag seinni í heyst – hósdagin 28. oktober, har m.a. synirnir hava eina framløgu um mammuna, Poulinu.

Address

Skúlatrøð

Skúlavegur 6
700 Klaksvík
Norðoyggjar

Contact

Website

Date

28 Oct

Price

Free