Pub Quiz á Café Zorva
Fríggjakvøldið 23. august kl. 22 verður Pub Quiz á Café Zorva.
Hvørt liðið má ikki hava fleiri enn fýra luttakarar, og aldursmarkið er 18 ár. Trý umfør á 10 spurningar, og vinnarin av hvørjum umfari vinnur ein umgang av onkrum drekkandi til borðið.
Samla vinfólkini, og prógva, at tit hava tað frægastu almennu vitanina. Síggjast á Café Zorva, og sjálvandi er møguleiki at keypa sær okkurt at eta afturvið. Tað ber eisini til at koma einsamøll/einsamallur, og so finna vit ein bólk til tín.
Kostnaður fyri hvønn luttakara er 20 kr.
SKRÁ/PROGRAM
Skráin fyri Vesturskin kann síggjast her: issuu.com/vesturskin
See the full program for the culture week “Vesturskin” here: issuu.com/vesturskin/en
Address
Café Zorva
Ovarivegur 21
380 Sørvágur
Vágar
Date
23 Aug 22:00
Price
20 DKK