19 Jun
Norðoyggjar
0 DKK
Palllist
Festivalar
Tónleikur

Rani Nolsøe í Spaniastvou

x

Endiliga verður tann dramatiska konsertin tann 29. februar, tá takið fleyg av Spaniastvou, nú gjøgnumførd.
Konsertin verður í Spaniastovu fyri tey, sum høvdu atgongumerki til upprunaligu konsertina.
Eftir eina langa karrieru í superbólkinum Frændur, við seks útgávum á baki, er Rani nú aktuellur við síni fyrstu solo útgávu ‘Ókendar leiðir’.
Rani hevur tey seinastu árini spælt nógv sum trubadurur og í orkestri, og hevur hann seinastu tvey árini latið nøkur vælumtókt støkløg út á marknaðin. Nú er hann so endiliga klárur við síni fyrstu solutgávu.
‘Ókendar leiðir’ er ein samling av sterkum søgum, ílatin lagvakra tónleikin hjá Rana, harímillum ‘Ein sangur til tín’, sum er skrivaður til minnis um vinmannin Óla, sum takkaði fyri seg ein dapran dag síðst í oktober 1990.
Í 2009 var Rani, saman við Eyðuni og Steintóri, heiðraður við eini Planet Awards fyri Ársins Herðaklapp.
Útgávukonsertin verður ein sterk ferð gjøgnum søgurnar handa sangirnar, har Rani saman við bólki sínum fer at framføra og tulka tónleikin.

Address

Spaniastova

Klaksvíksvegur 84
700 Klaksvík
Norðoyggjar

Date

19 Jun

Price

0 DKK