Matur & Drekka
Søga & arvur
Tónleikur
Rivjakvøld í Gamla Seglhúsinum
Book nowDagført: Vísandi til Corona støðuna, hava vit avgjørt at avlýsa rivjakvøldið, sum skuldi verða í Gamla Seglhúsinum fríggjakvøldi tann 12. november. Rivjakvøldið verður tó hildið seinni, tá ið umstøðurnar gerast betri.
Tey sum hava goldið atgongumerki til hetta tiltak, fáa tað endurgoldið.
Matarlepin er beint fram, nevniliga riv úr Eystfellinum, eplir og rugbreyð.
Omaná verður Rís a’la mande og kaffi.
Harafturat verður okkurt leskandi frá grannanum, Føroya Bjór.
Felagssangur við Karl Martin Samuelsen, Eyðun Nolsøe og Jógvan Olsen (Hjarnar), undirhald og møguleiki hjá luttakarum at fortelja onkra góða eisini.
Byrja verður kl. 20:00 og vit enda á miðnátt.
Address
Gamla Seglhúsið
Klaksvíksvegur 48
700 Klaksvík
Norðoyggjar
Date
12 Nov