24 Nov
Tórshavn (capital)
0 DKK
Verkstovur

Verkstova: Røkk fleiri á sosialu miðlunum

x
Book now

Týsdagin 24. november verður hol sett á eina røð av verkstovum, ið hava til endamáls at brynja føroysku ferðavinnuna til at vera í fremstu røð á talgildu miðlunum. Øll, sum arbeiða í og eru áhugað í ferðavinnuni, kunnu tekna seg. Visit Faroe Islands skipar fyri.

Øll elska søgur. Vit nýta søgur í okkara gerandisdegi hvønn dag, tí søgur skapa sambond. Søgur spæla ein týðandi leiklut í menniskjafatan og samskifti. At fortelja eina søgu er meira enn at tosa um fakta ella hendingar. Sum menniskju eru vit automatiskt drigin at søgum tí vit speglast í teimum. Vit tulka týdningar í søgum og skilja okkum sjálvi betri.

Í hesum talgildu tíðum verða sosialu miðlarnir nógv brúktir fyri at røkka út til fólk. Ein av mest effektivu háttunum at náa hesum endamáli er at fortelja søgur. Men hvussu skulu søgur forteljast á sosialu miðlunum, og hví er hetta neyðugt?

Visit Faroe Islands skipar fyri verkstovu um júst hetta evnið sum liður í sínum arbeiði at førleikamenna einstaklingar og fyritøkur, ið royna at røkka út til ferðafólk. Støðan í ferðavinnuni í løtuni er álvarsom. Talgildu miðlarnir eru alneyðug amboð fyri at halda samband við fólk kring heimin, soleiðis at føroyska ferðavinnan er til reiðar, tá ið tað aftur ber til hjá fólki at ferðast til Føroyar sum vant. Verkstovan er samstundis eitt høvi at hittast og stuðla hvør øðrum, og at fáa nýggj samstørv í lag.

Hannes Becker, dugnaligur myndamaður úr Týsklandi, fer at halda fyrilestur. Hannes hevur 1,5 mió fylgjarar á Instagram og hevur vitjað javnan í Føroyum seinastu árini.

Fyrilesturin, ið verður hildin á enskum, ber heitið “Social Media with Storytelling Workshop”.
Evnini eru:

– Týdningurin av sosialum miðlum og styrkin við talgildum tilfari
– Instagram ráð og snildir til fyritøkur og einstaklingar
– Hvussu tú skapar fangandi søgur á sosialu miðlunum við “online storytelling”
– Menn tíni evni at taka myndir við fartelefon ella myndatóli

Verkstovan verður hildin týsdagin 24. november í Norðurlandahúsinum frá kl. 15-17 og er ókeypis. Neyðugt er við tilmelding á atgonugmerki.fo. Freistin er 22. november.

Verkstovan er tann fyrsta í røðini. Skipað verður fyri fleiri verkstovum komandi mánaðirnar. Aðrar verkstovur fara at snúgva seg um talgild tól, talgilda sølu og marknaðarføring, SEO o.a.. Øll evnini fara at savna seg um ferðavinnu og støðuna, ið ferðavinnan er í í løtuni. Harumframt fara fleiri at koma við íblástri um “best practice” á talgildu miðlunum.

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

24 Nov

Price

Book now

Ókeyps, men krevst tilmelding 0 DKK