12 Sep - 19 Sep
Free
Náttúra & uttandura

Rudda Føroyar 2020

x
Book now

Føroyar eru í ár við á altjóða ruddingardegnum á triðja sinni, og hóast endamálið er hitt sama – at fáa einar ruskleysar Føroyar – verður átakið skipað nakað øðrvísi hesa ferð. Vit rudda ikki bara í ein dag, men í eina viku, frá 12.-19. september, og orsakað av koronu rudda vit saman, men hvør sær.
Soleiðis luttekur tú:
1. Tú ruddar í ein ella fleiri av døgunum 12.-19. september.
2. Tú vigar ruskið ella metir um vektina.
3. Tú skrásetir nøgdina av burturkasti her: https://ruddaforoyar.fo/skraset-innsamling
Ongar skipaðar ruddingar verða í ár, og tí verður heitt á fólk um at sjálv beina ruskið burtur á rættan hátt og at skipa fyri egnum hugnaløtum.
Vís okkum tykkara ruddingarmyndir við at nýta: #letsdoitføroyar#ruddaføroyar2020
Rudda Føroyar er ein partur av altjóða felagsskapinum Let’s Do It! World, ið varð stovnaður í Estlandi í 2018. Endamálið við felagskapinum er fáa so nógv fólk sum gjørligt at tekna seg til at rudda um allan heimin. Í 2018 luttóku umleið 18 milliónir úr 157 londum á altjóða ruddingardegnum, og í 2019 luttóku 20 milliónir sjálvboðin úr 180 londum. í Føroyum vórðu 22,1 tons ruddað í 2018 og yvir 28 tons í 2019.
Hjálp okkum eisini at fáa boðskapin út til so nógv sum gjørligt, við at brúka okkara vangarammu á Facebook:
https://www.facebook.com/profilepicframes/?selected_overlay_id=703985343666418
Saman kunnu vit skapa ein ruskleysan heim.

Address


530

Contact

Date

12 Sep 2020
13 Sep 2020
14 Sep 2020
15 Sep 2020
16 Sep 2020
17 Sep 2020
18 Sep 2020
19 Sep 2020

Price

Book now Free