05 May
Eysturoy
Free
Ráðstevnur
Tónleikur
Annað

Saman basa vit einsemi

x
Book now

Reyði Krossur vil seta sjóneykuna á avbjóðingar av einsemi og sosialari avbyrging, ið ongantíð hevur verið meira viðkomandi enn eftir koronafarsóttin byrjaði at gera um seg.

Reyði Krossur skipar tí fyri átakinum ‘Saman basa vit einsemi’. Seks tiltøk verða kring landið har Suni Poulsen, sálarfrøðingur greiðir frá um einsemi og avbjóðingar við tí, Reyði Krossur fortelur um ‘Vitjanartænastuna’ til einsamallar borgarar og ‘Familjuvinir’ til tilflytarar, Dragana Popovic sigur frá hennara søgu sum tilflytari og einsemi, eins og stuttfilmur verður vístur og livandi tónleikur at hoyra.

Ókeypis atgongd er til tiltøkini og øll eru hjartaliga vælkomin.

Address

Løkshøll

Rókavegur 1
620 Runavík
Eysturoy

Date

05 May

Price

Book now Free