16 Sep
Tórshavn (capital)
650 DKK
Ráðstevnur

Samrøður í arbeiðshøpi

x
Vinnurák við Bergtóru Høgnadóttir. bituff skipar fyri.

Hósdagin 16. septembur 2021 kl. 13-16 skipar bituff fyri Vinnuráki við heitinum Samrøður í arbeiðshøpi. Hendan seinnapartin fáa luttakararnir hópin av íblastri og dømum um góðu og minni góðu samrøðuna. Á skránni er nakað av ástøði, góðum ráðum og greitt verður eisini frá, hvat fremur góðu samrøðuna, og hvussu vit best fyrireika okkum.

Alskyns samrøður fara fram í arbeiðslívinum: Setanarsamrøður, umsorganarsamrøður, sjúkrasamrøður, menningarsamrøður, ávaringarsamrøður, viðurkennandi samrøður osfr. Stundum er kenslan góð eftir eina samrøðu, og stundum eru vit púra drenaði eftir eina samrøðu.

  • Hvat er ein samrøða?
  • Hvat eyðkennir góðu samrøðuna?
  • Hvussu fyrireiki eg meg?
  • Nær er samrøðan neyðug?
  • Nær er skilagott við hjásitara?
  • Hvat, um tann eg tosi við verður óð/ur, kedd/ur …ella eg sjálv/ur blívi óð/ur ella kedd/ur?

Bergtóra Høgnadóttir, sum leiðir Vinnurákið, fer at at geva sítt boð uppá omanfyri nevndu spurningar. Bergtóra hevur í sínum arbeiðslívi havt samrøður í túsundatali, og hennara arbeiðsroyndir eru fjølbroyttar. Úr skjáttuni kann nevnast: sosialráðgevi, konsulentur, kveikjari, politikari, HR-mennari og HR-leiðari. Hon er útbúgvin sosialráðgevi, trætuloysari og Master í positivari sálarfrøði.

Luttøkukostnaður og tilmelding
Kostnaðurin er 650 kr. íroknað mvg.

Melda til við at skriva til info@bituff.com

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

16 Sep 13:00

Price

Vanligt 650 DKK