Sandoyarstevna í Húsavík
Árliga Sandoyarstevnan verður í Húsavík í ár.
Tað eru ungmannafeløgini í Sandoynni, sum uppá skift hava skipað fyri sandoyarstevnuni 4 hvørt ár og í ár eigur Ungmannafelagið Sólarris í Húsavík tørn at skipa fyri stevnuni.
Fríggjadagur 2. juli Kl. 17.00 Biografur í Sólarris fyri børnini
Kl. 18.30 Skrúgonga við ítróttarfólkunum í oynni Jákup Sørensen setur stevnuna heima á Stórastovutúni
Kl. 19.30 Grillin tendrar í Niklasagarði, stevnuburgari, sodavatn, øl, cider, kaffi, te, tombola, o.a. til keyps
Kl. 19.30 Konsert við Fríða Sigmundsson í Niklasagarði
Kl. 20.30 Konsert við Hanus G. Johansen í Niklasagarði
Leygardagur 3. juli
Kl. 11.00 Áartusk, luttøkugjald er keyp av atgongumerki
Kl. 11.00 Sjódypp við sauna og hitapotti
Kl. 15.00 Kaffistovan letur upp
Kl. 15.00 Tivoli letur upp
Kl. 15.00 Hoppiborgir
Kl. 15.00 Sigling við gummibátum í ánni (um veðrið er til vildar)
Kl. 15.00 Tombola
Kl. 15.00 Kondibingo, plátur kunnu keypast í Sólarris, selt verður til onki er eftir
Kl. 15.00 Kapping í kassastáplan
Kl. 16.00 Barnatiltøk á vøllinum
Kl. 17.30Konsert við Inga Poulsen og Danny Baldursson
Kl. 18.00 Stevnubúffar í stóra tjaldinum
Kl. 19.00 Konsert við Ester Kristiansen
Kl. 20.30 Konsert við Janus Wiberg
Kl. 22.00 Linedansur
Kl. 24.00 Felagssangur og miðnáttarrøða við Eydnu Magnussen Aftaná verður dansur við FourMENh
Sunnudagur 4. juli
Kl. 12.00 Guðstænasta við presti, The Gadders syngja.
Kl. 15.00 Kaffistovan letur upp
Kl. 15.00Tivoli letur upp
Kl. 15.00 Søguligur gongutúrur við frásøgufólki Byrjað verður við Sólarris
Kl. 17.00 Útimøti við Missiónshúsinum í Skopun
Kostnaður 100 kr. fyri hvønn (3 ár og eldri) Atgongumerkið er galdandi fyri dagarnar 3-4. juli, og alt er íroknað uttan kondibingo, tombola, matarsøla, drykkivørur og dansur. Atgongumerkið er samtíðis lutaseðil til drátt um iPhone 12
Address
Húsavík
230 Húsavík
Sandoy
Date
Price
100 100 DKK