25 Apr
Eysturoy
Free
Tónleikur

Sangsmiðir hittast - samrøður um sangskriving

x
Lagt er upp til eitt forvitnisligt og óformelt hugnakvøld, tá ið fimm sangskrivarar – heiðamaðurin Beinir Troest, glyvramaðurin Niclas Johannesen saman við Lenu Anderssen, søldfirðingurin Marius Ziska, og skálamaðurin Hans Jacob Kollslíð – hittast í Skótahúsinum at práta og hugleiða um hetta at skriva sangir og tekstir. Tey fara at velja løg hjá hvør øðrum og fregnast um tankar og tilgongd aftan fyri endaliga úrslitið av útvaldu sangunum, ið fara at ljóma úr hátalarunum.
Aftan á ein steðg verður orðið frítt og spurningar kunnu setast úr salinum.

Address

Skótahúsið við Løkin

Mýravegur 24
620 Runavík
Eysturoy

Contact

Website

Date

25 Apr 19:00

Price

Free