Savnsfagnaður á Listasavni Føroya
Evnið í ár verður “ull,” og vit hava fyrireikað eina spennandi skrá fyri børn, foreldur, ommur, abbar og onnur, ið hava hug til eina hugnaliga løtu á Listasavninum 😀
Í verkstovuni kunnu tit gera smá skrímsl og myndir við tógvi, gera seyðir úr modellervoksi, tekna og klippa.
Verkstovan er opin allan dagin.
Eisini vera rundvísingar fyri børn (uml. 20 min.)
Í heystfrítíðini hava vit opið mánadag til fríggjadag frá kl. 11-16 og tað er ókeypis atgongd.
Hjartaliga vælkomin til Savnsfagnað á Listasavninum!
Address
Listasavn Føroya
Gundadalsvegur 9
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)
Date
11 Oct - 15 Oct
Every:
Mon
Tue
Wed
Thu
Fri