12 Oct
Tórshavn (capital)
Free
Søga & arvur

Savnsfagnaður

x
Book now

Heystfrítíðin er í døgunum 12. til 16. oktober og á Tjóðsavninum gleða vit okkum at bjóða tykkum vælkomnum á Savnsfagnað. Opið er hvønn dag millum kl. 11.00 – 13.00 og kl. 14.00 -16.00.

Savnsfagnaðurin er skipaður á annan hátt í ár enn undanfarnu árini og skyldast hetta Covid 19. Tilmelding krevst og kostnaður fyri hvønn vitjandi er 20,00kr.

Ársins evni er “planturnar og vit”. Allar framsýningar, upplivingar og uppgávur eru tengdar at hesum sera spennandi evni. Skráin er fylt við tilboðum til bæði børn og vaksin.

Millum annað er nýggj og spennandi søga við huldugentuni Heiðu kl. 11.15 – søgan ber heiti “Heiða og gandablóman”. Søgan hóskar væl til tey yngru børnini.

Seinnapartin kl. 14.30 er dagsins granskarasøga á skránni, stuttir fyrilestrar ið venda sær til tey eldru børnini.

Minst til at vísa atgongumerki tá tit koma á Savnsfagnaðin –  goym tað á snildfonuni ella prenta tað út.

 

Vit síggjast í heystfrítíðini!

Address

Tjóðsavnið

Brekkutún 6
188 Hoyvík
Tórshavn (capital)

Date

12 Oct 11:00 - 16:00

Price

Book now Free