SDG - jól
Jesus hevur føðingardag og tað skal feirast! 🥳 SDG skipar fyri spennandi jólatiltaki fyri alla familjuna!
Frá kl.16:30 ber til at taka mynd til jólakort. Kl.17 hava vit sang, spæl, sangframførsluog ein góðan boðskap.
Aftaná er kaffi til tey vaksnu og básar til børnini. Alt er ókeypis.
Vit gleða okkum at bjóða tykkum øllum til SDG-jól fyri alla familjuna sunnudagin 15. des. kl.17. Her verður sangur, spæl og ein góður boðskapur. So bjóða vit kaffi og okkurt gott til góman aftaná. Møguleiki er at taka mynd til jólakort. Og børnini sleppa at royna fiskibrunn, bóltkast o.a., har tey fáa smáar vinningar(bomm og smáting) at taka heimvið. Alt er sjálvandi ókeypis! Bjóðið endiliga øðrum við. Øll eru hjartaliga vælkomin børn og foreldur, ommur og abbar, langommur og langabbar, mammubeiggjar og pápabeiggjar, mostrar og fastrar, ja øll !! 🙂
Gepostet von Soli Deo Gloria, Klaksvík am Mittwoch, 4. Dezember 2019
Address
Soli Deo Gloria
Klaksvíksvegur 56
700 Klaksvík
Norðoyggjar
Date
15 Dec