22 Oct - 24 Oct
Tórshavn (capital)
Free
Tónleikur

SEMENT 2020

x
Book now

SEMENT 2020

Nú er aftur tíð at finna nýggja tónlistarliga stjørniskotið í Føroyum, tí 22.-24. oktobur verður árliga tónleikakappingin Sement aftur á Reinsarínum.

Hetta er tónleikakappingin fyri øll – bólkar og einstaklingar, ung og gomul, tungmálm og popp. Næstan alt er loyvt, men tó er eitt krav: bólkarnir skulu spæla tvey egin løg. Hvør bólkur hevur 15 minuttir á pallinum.

Dómararnir í ár eru Greta Svabo Bech, John Egholm og Knút Háberg Eysturstein – crème de la crème innan føroyska tónleikaheimin.

Vinningurin er tríggjar dagar í Studio Bloch við tøkningi, sum hevur eitt virði á 12.000 kr.

Seinasta freist at tekna seg er sunnudagin 18. oktobur kl. 23.59. Teknið tykkum her: https://www.cognitoforms.com/Margarinfabrikkin2/SEMENT2020

Margarinfabrikkin skipar fyri.

Address

Reinsaríið

Tórsgøta 3
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Contact

Website

Date

22 Oct - 24 Oct Every: Thu
20:00 - 23:00

Fri
20:00 - 23:00

Sat
20:00 - 23:00

Price

Book now Free