26 Feb - 28 Feb
Sandoy
900 DKK
Verkstovur

Seyma tíni egnu barnaklæðir

x

Komið og seymið okkara egnu barnaklæðir!

Hetta skeiðið er til tín, ið ert í barnsburðarfarloyvi. Til tín, ið júst ert vorðin omma ella abbi, og hevur hug at seyma uppá barnið. Skeiðið er til tín, ið ikki dugir, men kundi hugsað tær at duga at seyma gomlu gardinurnar um til 5 pør av barnabuksum. Skeiðið er til tín, ið ert áhugað í at gerast meira sjálvbjargin í klæðum.

Á skeiðinum læra vit at seyma barnaklæðir. Vit arbeiða við ymiskum grundmodellum, sum vit síðani kunnu broyta at gera til okkara egnu. Skeiðið er bæði til roynd og til tey tykkara, ið enn ikki hava hættað tykkum í gongd við seymimaskinuna.

Skúlin keypir nakað av vistfrøðiligari bumull, líni og seyðaull, umframt gamlar gardinur og seingjarklæði at seyma úr. Næmingarnir gjalda fyri tað tilfarið, teir brúka. Næmingarnir eru eisini vælkomnir at taka við egið tilfar (gamlar gardinur eru ofta góðar til kjólar og buksur). Næmingarnir hava egna seymimaskinu við – men eigur tú onga, so finna vit eina loysn.

Undirvísarar: Elin Lindenskov & Tjóðhild Patursson

Dato: 26. februar – 28. februar

Støði: Grundskeið

Longd: 3 dagar

Næmingatal: Max. 12 næmingar

Upptøkutreytir: Ongar.

Prísur: 900 kr (við í prísinum er skeiðsluttøka og vistarhald. Les um vistarhald á Mat & Moldmentanarháskúlanum her. Næmingarnir gjalda sjálvir fyri tilfarið, ið verður brúkt á skeiðinum).

Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til tilmelding@moldmentan.fo.

Address

Mat & Moldmentanarháskúlin

Mørkin Mikla 5
210 Sandur
Sandoy

Date

26 Feb - 28 Feb Every: Wed
Thu
Fri

Price

900 DKK