16 Sep
Tórshavn (capital)
50 DKK
Annað

Sjónleikur: Romeo og Julie (NO)

x
Book now
Soleiðis hevur tú ikki sæð Romeo og Julie áður

Soleiðis hevur tú ikki sæð Romeo og Julie áður. Við einføldum spæli, einum rúmi, tveimum fólkum, og nøkrum fáum leiktólum, fer kenda søgan um familjurnar Capule og Montague fram í Norðurlandahúsinum.

Hetta kvøldið upplivir tú Shakespeare og hansara skaldskaparfrøði, orðagand og samspæl millum sorgarleik og skemt. Hansara sorgarleikir eru so góðir, at teir eru tíðarleysir. Lýsingin av sambondunum ímillum menniskju eru viðkomandi enn tann dag í dag.

Søgan um Romeo og Julie er tíðarinnar mest kendi leikur og tann valdmiklasta kærleikssøgan sum er. Men Romeo og Julie er nógv annað enn tað. Kom og hygg.

Hendan útgávan av søguni verður spæld av norska Kompani13, og er serliga gjørd til ungdóm, men vendir sær til áskoðarar í øllum aldri.

Aldursmark: 14+

Leikarar
Uppskotsmenning: Jorunn Lullau og Steinar Thorsen
Handrit: Jorunn Lullau, Steinar Thorsen, Lasse Åkerlund
Pallseting og búnar: Lasse Åkerlund
Leikarar: Jorunn Lullau og Steinar Thorsen
Framleiðari: Hjørdis Steinsvik, Syv mil

Leikurin vann Bergen Fringe Award 2018 «Fringe Spirit Award», og eina áskoðaravirðisløn í Litava eins og á festivalunum Dive into the theatre” í Kaunas og á Reykjavik Fringe festival i 2019.

Leikurin er framleiddur í samstarvi við Festspillene i Bergen

Stuðlar: Bergens kommuna, spenn.no, Fond for lyd og bilde

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

16 Sep 19:00

Price

Book now

Vanligt 50 DKK