16 Apr
Norðoyggjar
0 DKK
Matur & Drekka
Verkstovur

SKEIÐ INNAN MATVØRUREINFØRI / MATVØRUTRYGD

x

Á HÚSARHALDSSKÚLI FØROYA Í KLAKSVÍK, FRÍGGJADAGIN 16. APRÍL FRÁ KL. 9.00 TIL 16.00

Hevur tú skil á bakterium, hvussu umgangast við mateitran, hvussu leingi heldur matur sær og hvussu hita og køla vit matin niður. Málið við skeiðnum er at geva luttakarum grundleggjandi og nýtiligan førleika innan matvørutrygd.

UNDIRVÍST VERÐUR UM
• grundleggjandi fatan av matvørureinføri
• bakteriur (hvussu spreiðast og nørast tær)
• hitaviðgerð, niðurkøling og køling av mati
• reinføri í samband við matgerð, matvørur og amboð
• persónligt reinføri
• innaneftirlit

Undirvísari: Johanna Á Tjaldrafløtti
Kostnaður: NÚ 800 kr. (vanliga 1.600,-) íroknað mat og tilfar

Skeið fyri fólki, sum veita ella ætla at veita mat til ferðafólk í egnum heimi – Heimablídni. Rekur tú eina lítla kaffistovu ella annað viðkomandi, ert tú eisni vælkomin at melda teg til skeiðið.

Seinasta freist at melda til er 29. mars
Tilmelding á: alda@visitfaroeislands.com

Address

Húsarhaldsskúli Føroya

Stoksoyravegur 29
700 Klaksvík
Norðoyggjar

Date

16 Apr 09:00 - 16:00

Price

800 0 DKK