29 Jul
Tórshavn (capital)
Free
Bókmentan

Skjaldrating í Steinprenti/Öström ólavsøkudag

x

SKJALDRATING Í STEINPRENTI/ÖSTRÖM ÓLAVSØKUDAG

“Hitt føroyska skjaldraveldið” hevur nú í fleiri mánaðir skjaldrast um samfelagið mitt í hesi krónutíð.

Ólavssøkan verður einki undantak.

Nú boðar “Hitt føroyska skjaldraveldið” til skjaldrating í Steinprenti í hølunum hjá Öström, har framsýningin „Litbrá“ hongur hetta til 8. august.

Íðan fer skjaldratingið eisini at geva litbráini veggjunum í Öström ein skarpan gang.

Her fært tú samfelagið at síggja í speispegli málsins…í gaman og álvara…í øllum sínum mótsettu brigdum av ljósi og skugga…av skeivum og óskeivum… ljótum og óljótum.

Skjaldratingið verður sett klokkan 15.00 ólavsøkudag.

Øll eru vælkomin.

Atgongd er ókeypis.

Address

Steinprent

Skálatrøð 16
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

29 Jul

Price

Free

Organiser

Carl Jóhan Jensen

(+298) 530087
carlj.jensen3@gmail.com