Søga, søgn og skapanargleði
Book nowHvussu livdu fólk í gomlum døgum? Hvat gjørdi Tróndur í Gøtu? Hvat var modernað heima hjá føroyskum víkingum? Kom ein túr til Gøtu og hoyr góðar gamlar søgur, og ver kreativ í skapandi umhvørvi í Fuglafirði.
Prísur fyri ein vaksnan við børnum kr. 350, fyri par við børnum kr. 500
Blásastova og Tróndur í Gøtu
Tit koyra til hugnaliga gamla býlingin í Norðragøtu, har fryntligi ferðaleiðarin tekur ímóti kl. 11 og vísir tykkum runt í gomlu bóndahúsunum, Blásastovu. Hvussu livdu fólk her, og hvat gjørdu tey um kvøldarnar? Her er nógv søguligt tilfar, og nógvar góðar søgur at hoyra. Eisini vitja tit eitt neyst við gomlum báti og útgerð av ymiskum slag. Við standmyndina av Tróndi í Gøtu hoyra tit spennandi søgur og sagnir frá farnari tíð.
Skapanargleði í Ribarhúsi
Úr Gøtu koyra tit til Fuglafjarðar. Millum kl. 13 og 15 eru tit í Ribarhúsi, har tit fáa ein drekkamunn við vaflu ella øðrum søtum afturvið. Her hugna tit tykkum við steinmáling ella snikka okkurt til burtur úr viði og øðrum náttúrutilfari. Vaksin og størri børn kunnu eisini seyma sær eitt innkeypsnet. Í víkingaútgrevstrinum á Oyrini í Fuglafirði fann ein fornfrøðingur eitt trælok við einum keltiskum knútamynstri á. Kanska dugir tú at endurskapa mynstrið, t.d. úr tógvi?
Á sandinum við gummibáti
Í Fuglafirði er veðurgott, og her eru fleiri hugnaligar náttúruperlur, sum bjóða inn til samveru og spæl. Er ættin góð, er upplagt at hava ein gummibát við og so dusa sær á sandinum. Hava tit ongan gummibát, kunnu tit læna ein á Kunningarstovuni.
Address
Blásastova
512 Norðragøta
Eysturoy
Date
22 Jul 11:00 - 15:00
Organiser
Kunningarstovan í Fuglafirði