21 Sep
Norðoyggjar
150 DKK
Palllist
Tónleikur

Sóley og We at Sea

x
Book now

Spæla í Spaniastovu leygarkvøldið 21.sept. kl 21
Sóley Stéfansdóttir úr Hafnafirði hevur við sínum myrku, ævintýrakendu sangum seinastu árini ment ein alstóran fylgjaraskara.
Eftir at hava verið við í vælumtókta bólkinum Seabear í fleiri ár, fór Sóley í 2010 undir at menna sína solo karrieru og gav
út sína fyrsti EP, sum var ein forsmakkur uppá hugfloygdu, alt-pop ljóðandi fløguna “We sink”, sum kom í 2011.
Síðan tá hevur Sóley latið fleiri útgávur úr hondum umframt at hon hevur skrivað nógvan tónleik til bæði sjónleik og film.

Sóley skrivar í løtuni tónleik til nýggja útgávu og á hesari konsertini sleppa vit at vera millum fyrstu áhoyrarar at hoyra
hendan tónleikin.
Tit kunnu vænta tykkum eina myrka, óveruliga og eksperimenterandi ferð inn í hugaheimin hjá hesum gátuføra íslendingi.

Address

Spaniastova

Klaksvíksvegur 84
700 Klaksvík
Norðoyggjar

Date

21 Sep

Price

Book now

150 DKK