Søluframsýning við verkum eftir Amariel Norðoy í Galerie Focus
Fríggjadagin 1. mai kl. 16 til 18 letur ein søluframsýning upp við verkum eftir Amariel Norðoy í Galerie Focus í Doktara Jakobsensgøtu 15 í Havn.
Framsýningin er opin til 14. mai, týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18, leygardag kl. 16 til 18. Eisini er opið eftir avtalu.
Mælt verður til at halda hóskandi frástøðu, 2 metrar, og í mesta lagi 10 fólk eru ísenn í gallarínum.
Øll framsýningin er at síggja á http://www.galeriefocus.com/html/frams%fdning.html, ringjast kann á 229876 og avtala tíð at koma í gallaríið.
Á framsýningini eru m.a. keramisk verk, málningar og akvarellir. Harafturat er eitt stórt úrval av eldri og nýggjari litografium. Møguleiki er at bjóða uppá keramisku verkini.
Amariel Norðoy (f. 1945) var á Det Kongelige Danske Kunstakademi frá 1977 til 1983, har hann, millum annað, fekk høvi at ganga á Mur og Rum har Robert Jacobsen var lærari, frá tí tíðini stava keramisku verkini sum eru á hesari framsýningini.
Hesi somu árini bleiv Amariel Norðoy boðin at gera litografiir á UM-grafik í Keypmannahavn. Seinni hevur hann eisini gjørt litografiir á øðrum grafiskum verkstøðum.
Vinaligar heilsanir Marianna Norðoy, tlf. 229876
Address
Galerie Focus
Dr. Jakobsensgøta 15
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)