30 Jun
Tórshavn (capital)
200 DKK
Børn & Ung
Tónleikur

Spælið við!

x
Book now
Samanspælsskeið í norðurlendskum spælimannatónleiki. Til børn (frá 11 ár) og ung.

Vit fara at læra at spæla føroysk og onnur norðurlendsk spælimannaløg (løg, ið eru brúkt til fólkadans) og enda við eini stuttari konsert fríggjadagin kl. 15. Vit fara at læra løg bæði eftir nótum og eftir gehør. Vit fara eisini at læra eitt sindur um tradisjónir og dansir, ið eru tengd at løgunum.

Vit ætla at læra millum 2 og 4 nýggj løg um dagin. Streingja- og blásitónleikarar og akkordeon/harmonikuleikarar: Fyri at luttaka skalt tú hava spælt á tínum ljóðføri so leingi, at tú kanst, uttan stórvegis trupulleikar, læra at spæla løg antin eftir nótum ella eftir gehør rímiliga lætt og skjótt.  Gittar-, ukulele-, klaver-, keyboard- og bassleikarar skulu kunnu spæla eftir besifringum.

Skeiðshaldarar eru Fiona Parker, Anna Hüdepohl, Kristian Blak og Sharon Weiss.

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

30 Jun

Price

Book now

Vanligt 200 DKK