24 Jul
70 - 298 DKK
Festivalar
Filmar

Spælifilmur: Kiss Me Kosher

x
Book now

Leikstjóri/Director: Shirel Peleg
2020 | Týskland, Ísrael/Germany, Israel | 105 min
Enskt, týskt, hebraiskt, arabiskt | Enskir undirtekstir
English, German, Hebrew, Arabic | English subtitles
Leikarar/Cast: Moran Rosenblatt, Luise Wolfram, Rivka Michaeli

Í hesi romantisku komediu bresta mentanir saman, tá ið tvey ættarlið av ísraelskum kvinnum gerast forelskaðar í eini týskari kvinnu og einum palestinskum manni. Shira kemur heim við eini týskari kvinnu og kallar hana fyri “ta einastu’’. So løgið tað ljóðar, er omman, Berta, tann einasta í familjuni, sum er ímóti, hóast hon sjálv fjalir ein fríggjara. Tað skemtingarsama er ein kollveltandi háttur at koma inn á teir álvarsligu trupulleikarnar, sum eru kjarnin í filminum, og hetta ger sýningina til eina stuttliga løtu fyri alla familjuna.
Shirel Peleg, leikstjóri, var fødd í Venesuela og vaks upp í Ísrael. Við sínum fyrsta spælifilmi kemur hon við einum framúrskarandi sjónarhorni, ið hevur við sær eina romantiska komediu, sum tú heilt víst aldrin áður hevur sæð. Kiss Me Kosher er ein óumberligur fagnaður av kærleika og lekjandi styrkini, ið kemur av at fyrigeva.

Address



Contact

Date

24 Jul 19:30 - 21:15

Price

Book now

Atgongumerki 70 DKK

Festivalpass 298 DKK

Organiser

Faroe Islands International Minority Film Festival

Website
(+298) 263213
danhelgi@fimff.org

av