Spælifilmur: Valentina
Book nowLeikstjóri: Cássio Pereira dos Santos
2020 | Brasilia | 95 min
Portugisiskt | Enskir undirtekstir
Leikarar: Thiessa Woinbackk, Guta Stresser, Rômulo Braga
Tá tannáringurin Valentina flytur við mammuni til eina bygd í brasilska útjaðaranum, teknar hon seg til ein summarskúla, har hon verður væl við útskotini Júlio og Amandu.
Tey trý gerast bestir vinir og geva hvør øðrum kensluna av at verða góðtikin, sum tey altíð hava longst eftir. Men hvat hendir, tá nýggja skúlaárið byrjar, og tey verða trýst út í meldurstreymin av miðnámsskúlanum?
Cassio Pereira Dos Santos megnar við sínum fyrsta filmi at skapa ein samansettan og veruleikakendan heim, har nýmótans hugburðir bresta saman við teir siðbundnu.
Tvørkynsaktivisturin Thiessa Woinbackk avhendar eina rimmar debutframførslu í leiklutinum sum Valentina, ið stríðist móti órættvísi við djørvum sjálvsáliti, sum er samanflættað við varligt viðkvæmi.
Filmurin er ein innilig kravfesting frá nýggja filmsættarliðnum í Brasil um javnrættindi til tvørkyndar kvinnur og LGBTQ+ samfelagið sum heild.
Address
Havnar Bio
Tinghúsvegur 8
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)
Date
26 Jul
Organiser
Faroe Islands International Minority Film Festival
Website(+298) 263213
danhelgi@fimff.org