04 Jun - 15 Aug
Tórshavn (capital)
Free
Myndlist

Spectres (FI)

x
Summarframsýningen 2021 í Norðurlandahúsinum: nabbteeri

Ryggleys djór eru djór uttan beinagrind. Tey hava ongan rygg. Ongan rygg við beini, mergi, nervum ella bróski og hjá finska listabólkinum, nabbteeri, eru ryggleys djór ein táttur í ófataliga umfatandi og sera áhugaverdum listarligum kanningum. Í teirra sum oftast fjølskapaðu verkum hevur alt evni, allar verur, allir partar av veruleikanum týdning. Men arbeiðið hjá nabbteeri við ryggleysum djórum er ein serstøk inngongd, eitt op at skilja listina og veruleikan ígjøgnum. Listaverkið opnar heimin, ella kanska heimurin opnast gjøgnum verkið. Við list síni skapar nabbteeri innlit í ein livandi heim, vit ikki síggja, fáa tað vit vanliga ikki síggja fram í eygsjón, sýna okkum tað dulda. Listafólkini hava ikki skapað tær óteljandi verurnar, vit eru til saman við, men tey hava gjørt veru teirra veruliga, kanska eisini merkt hana. Her er skapan og endurskapan. Á sama hátt hava tey gjørt veruligt, hvussu øll hesu djórasløg ikki bara eru her, ikki bara íbúgva heim okkara, men ávirka hann og geva honum meining. Ikki heilt líkt, men heldur ikki heilt ólíkt listaligu skapanini.

Vit í Norðurlandahúsinum í Føroyum eru sera stolt og fegin um at nabbteeri, Janne Nabb og Maria Teeri, hava tikið av at sýna fram hjá okkum í summar 2021 og hava flutt tey ryggleysu djórini og eitt margfeldi av øðrum – livandi og deyðum – inn í vitsku okkara. Vit takka listafólkunum av hjarta fyri frálíkt samstarv og óteljandi frálíkar listaupplivingar og ásanningarnar.

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

04 Jun - 15 Aug Every: Fri
Sat
Sun

Price

Free