Spøkilsisskriviskeið 26-28 novembur
Book nowKomið við okkum í Ísansgarð á Sandi eitt vikuskiftið og kveikið nýtt lív í gomlu bretsku siðvenjuna at siga óhugnaligar søgur um spøkilsir, afturgongur, dreygar og onnur skrímsl fram móti jólum.
Á hesum 3 daga skeiðnum fara vit millum annað at:
-
Skriva okkara egnu søgur
-
Siga frá okkara yndisspøkilsissøgum
-
Uppliva eitt veruligt spøkilsihús
-
(Ó)hugnaløtur við spøkilsisfilmi verða eisini á skrá
Kom um tú torir!
Verksmiðjuleiðarar: Høvundarnir Marjun Syderbø Kjelnæs & Rakel Helmsdal
Dato: 26. – 28. november 2021
Tíðspunkt: Vit byrja fríggjadagin 26/11 kl. 10:30 við einum drekkamunni í Ísansgarði. Hinar dagarnar byrja vit við morgunmati kl. 08.15.
Støði: Grundskeið
Longd: Tríggjar dagar
Næmingatal: 16
Upptøkutreytir: Ongar. Øll, ið hava dirvið eru vælkomin.
Prísur: 2.500 kr pr persón (við í prísinum er skeiðsluttøka, gisting í Ísansgarði, lekkur vistfrøðiligur staðbundin matur og deiligt kaffi. Les meira um vistarhald og gerandisdagin á skúlanum her. Vit hava eisini 4 pláss til sølu uttan gisting, hesi kosta 2.000 kr.
Address
Mat & Moldmentanarháskúlin
Heimasandsvegur 117
210 Sandur
Sandoy
Date
26 Nov