02 Sep
Tórshavn (capital)
149 DKK
Festivalar
Annað

Stand-up við SANNE SØNDERGAARD (DK)

x
Book now

Feministiska stand up showið hjá Sanne Søndergaard snýr seg um, hvussu avbjóðandi tað er hjá kvinnum at seta mørk og at orða sín tørv í eini verð, har ið kvinnan skal vera smílandi og altíð hava yvirskot, men samstundis látast, sum hevur hon hvørki.
Við kærleika skemtar hon um tað at vera í einum kvinnukroppi og finst at samfelagsvónum, vit hava um hann – alt frá óttanum um at bløða ígjøgnum, meðan tú situr í biografi, og til kenslur av skomm um at vera ov stór, ov feit og ov nógv.
Sum skemtari er Sanne ikki bangin fyri at fara eftir teimum máttmiklu og teimum við framíhjárættindum. Men hon slær aldrin niðureftir. Hon átalar ikki tann einstaka mannin ella kvinnuna – bara tær samfelagsvónir og avmarkingar, sum vit øll royna at fáa skil á.

Elisa Vang (FO)
Hon er heilhjartaður feministur og brennir fyri, at minnilutar skulu verða javnsettir – og so er hon eisini skemtari. Tað rennur saman í eina hægri eind, tá ið Elisa undirheldur. Lættari evni, so sum komisku munirnir millum kvinnur og menn, eru gjøgnumgangandi í skemtinum hjá Elisu.
Nevnast kann eisini – sum prikkurin yvir i’ið – at Sanne Søndergaard við sínum bersøgna feministiska skemti er ein av heilt stóru fyrimyndunum hjá Elisu.

Framførslan verður á føroyskum og donskum.

Address

Reinsaríið og Perlan

Tórsgøta 3
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

02 Sep

Price

Book now

Atgongumerki 149 DKK

Organiser

Faroe Islands International Minority Film Festival

Website
(+298) 263213
danhelgi@fimff.org