24 Oct
Eysturoy
160 DKK
Tónleikur

Stanley - Útgávukonsert í Mentanarhúsinum

x
Book now
Leygardagin 24. oktober hevur Stanley Samuelsen útgávukonsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Her fer hann, saman við Sigurd Kehlet, guitar, Jóhannus Á Rógvu Joensen, bass, og Rógva á Rógvu, trummur, at spæla løg frá nýggjastu útgávuni, Stanley No. 8.
Stanley byrjaði í Silly Boys fyrst í 60unum og var í ymiskum bólkum og genrum, inntil hann í 1990 fór at spæla egin løg, sum hann eisini hevur ferðast við runt um í verðini.
Abbasonur Stanley, Sigurd – uppkallaður eftir langabbanum úr Fuglafirði – spælir guitar á hesi konsertini. Hann hevur lisið til rytmiskan tónleikara á Syddansk Musikkonservatorium í Esbjerg og hevur verið við í fleiri bólkum og tónleikaverkætlanum – serliga innan málmtónleik.
Hinir báðir evnaríku tónleikararnir í bólkinum eru navnframu Jóhannus á Rógvu Joensen, bass, og Rógvi á Rógvu, trummur.
Á nýggju fløguni eigur Stanley løgini og fleiri tekstir, meðan aðrir tekstir eru eldri føroyskar yrkingar. Fløgan er framleitt í egnum studio, og Stanley spælir øll ljóðførini, uttan trummurnar, sjálvur. Tutl stendur fyri útgávuni, sum fæst til keyps sum fløga, men sum eisini kann takast niður talgilt.

 

Address

Mentanarhúsið í Fuglafirði

Karvatoftir 5
530 Fuglafjørður
Eysturoy

Date

24 Oct 20:00

Price

Book now

160 DKK