25 Oct
Tórshavn (capital)
75 - 150 DKK
Tónleikur

Stanley útgávukonsert

x
Book now

Stanley fer, saman við Sigurd Kehlet, guitar, Jóhannus Á Rógvu Joensen, bass, og Rógva á Rógvu, trummur, at spæla løg frá nýggjastu útgávuni, Stanley No. 8.

Stanley byrjaði í Silly Boys í Fuglafirði fyrst í 60unum og var í ymiskum bólkum í Føroyum og uttanlands, inntil hann í 1990 fór at spæla egin løg. Hann hevur ferðast í ymsum londum við sínum tónleiki.

Abbasonur Stanley, Sigurd – uppkallaður eftir langabbanum úr Fuglafirði – spælir guitar á hesi konsertini. Hann er útbúgvin rútmiskur tónleikari frá Syddansk Musikkonservatorium í Esbjerg. Sigurd hevur verið  í fleiri bólkum og tónleikaverkætlanum – serliga innan málmtónleik.

Hinir báðir evnaríku tónleikararnir í bólkinum eru navnframu Jóhannus á Rógvu Joensen, bass, og Rógvi á Rógvu, trummur.

Á nýggju fløguni eigur Stanley løgini og fleiri tekstir, meðan aðrir tekstir eru eldri føroyskar yrkingar. Fløgan er framleitt í egnum studio, og Stanley spælir øll ljóðførini, uttan trummurnar, sjálvur. Tutl stendur fyri útgávuni, sum fæst til keyps sum fløga, men kann eisini heintast talgilt.

Eingin steðgur er í konsertini.

Avmarkað mongd av atgongumerkjum eru til sølu. Í mesta lagi 100 áhoyrarar.
Sí Covid-19 kunning

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

25 Oct 16:00

Price

Book now

vanligt 150 DKK

Ung 18 ár og yngri 75 DKK

lesandi 75 DKK