11 Aug
Tórshavn (capital)
50 - 100 DKK
Tónleikur

Stella Polaris

x
Book now
Ungu stórtalentini, sum gjørdust nr 1, 2 og 3 í tónleikakappingini Stella Polaris 2019 framføra.

Klassiska tónleikakappingin var í februar í 2019 og eftir finaluna var úrslitið at Hjalti Bogason Støylen (guitar), Kristina Thede Johansen (saxofon) og Ernst Dánjalsson Remmel (trompet) gjørdust ávikavist nummar 3, 2 og 1.

 Talan er um eina konsert vid einari fjølbroyttari skrá, har bæði nýggjur og eldri tónleikur verður spældur. Til høvið er eisini bílagt eitt nýtt verk, ið Hjalti, Kristina og Ernst fara at framføra saman.

Verkið hevur frumframførslu til hesa konsertina, og verður skrivað av dugnaliga unga tónaskaldinum Eli Tausen á Lava.

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

11 Aug 15:00

Price

Book now

Vanligt 100 DKK

Lesandi 50 DKK