18 Aug
Tórshavn (capital)
220 DKK
Palllist
Tónleikur

Suðuroyarkabarettin 2019

x
Book now
Eitt brak, eitt show, eitt must. Leikstjóri: Jákup Veyhe

Sera stórur áhugi er fyri Suðuroyarkabarettini 2019. Sýningin leygarkvøldið í Norðurlandahúsinum varð útseld eftir fáum døgum. Og tá eftirspurningurin eftir atgongumerkjum enn er stórur, verður ein eykasýning sunnudagin kl. 15.00.

Suðuroyar Sjónleikarafelag, sá dagsins ljós fyri hálvum øðrum árið síðani, og tey hava spælt sjónleik líka síðani. Áhugin at læra, stuttleikin at spæla, og tær góðu umstøðurnar í SALT, hava verið við til at gjørt, at felagið hevur fingið eina so góða byrjan.

Leikirnar, hava allir verið stórfingnir. Suðuroyarkabarettin 2019 er onki undantak. Tað eru nógv fólk á palli, eitt heilt orkestur, sum er onki minni enn manning úr Asyllex, og tað flotta ljósshowið ger at áskoðarin fær nakað til allir sansirnar.

Súni Joensen, hevur ljósdesignað Suðuroyarkabarettina 2019.

Tónleikurin setur sín heilt serliga dám á, og eru tað ABBA sangir og sangir hjá Queen, sum eru við til at skapa stemningin.

Stemningurin hevur eisini verið sera góður í SALT. Nógv fólk hava hugt fleiri ferðir eftir kabarettini, sum er blivin framførd fyri fullum húsið hvørjaferð og hevur fingið framúr góð ummælið.

Leikstjórin er Jákup Veyhe og tað sæst aftur.

Okur eru í Suðuroynni. Søgurnar, typurnar og bygdirnar og tað hoyrust aftur.

Skemti er lokalt, men tað fevnir eisini víðari enn tað.  Havnadamurnar, Bingohøllin, ssl. Øll kunnu kenna seg aftur í nógvum av tí, sum verður framført, og tað er ikki neyðugt at verða suðringur fyri at fáa nakað burturúr kabarettini.

Hetta er fyrstu ferð at Suðuroyar Sjónleikarafelag framførir uttan fyri SALT. Ein stórur hópur av leikarum, tónleikarum og hjálparfólki eru sera spent og klár til tann stóra endabrestin í Norðurlandahúsinum.

Suðuroyarkabarettin 2019. Eitt brak, eitt show, eitt must. Okur síggjast í Norðurlandahúsinum.

ÚTSELT leygardagin 17. august kl 19.00

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

18 Aug 15:00

Price

Book now

Vanligt 220 DKK