17 Sep
Tórshavn (capital)
Free
Bókmentan

Sum rótskot

x
Bókaframløga við nýggju ungdómsskaldsøguni eftir Marjuna Syderbø Kjelnæs

Hoyr samrøðu við rithøvundin um nýggju skaldsøguna, Daniu Tausen í Arethu Franklin hýri og hoyr um veðurlagsátakið Veðurlagslóg NÚ.

Fyri 10 árum síðan skrivaði Marjun Syderbø Kjelnæs seg inn í hjørtuni á føroyskum ungdómi við skaldsøguni Skriva í sandin. Nú er ein nýggj ungdómsskaldsøga komin, sum aftur hesa ferð skrivar seg beint inn í samtíðina. Skaldsøgan viðger spurningar sum: hvat gert tú, tá fólk látast sum einki, meðan heimurin verður týndur? Og hvat gert tú, tá ein sjúka hóttir við at taka tína bestu vinkonu frá tær? Sum rótskot snýr seg um fýra vinfólk, sum vilja hava fólk at vakna og taka umhvørviskreppuna í álvara. Men tá tey velja at taka sakina í egnar hendur, fær tað avleiðingar, sum tey ikki høvdu ímyndað sær.

Skráin:

  • Vælkomin
  • Dania Tausen spælir løg hjá Arethu Franklin
  • Sanna Andrassdóttir Dahl prátar við rithøvundin
  • Veðurlagslóg NÚ: hvat er næsta stigið?

Bókin fæst fyri serprís á tiltakinum.

Tiltakið er eitt samstarv ímillum Bókadeild Føroya Lærarafelags og Norðurlandahúsið.

Tilmelding krevst til øll tiltøk, eisini til tey, ið eru ókeypis. Hetta fyri at tryggja, at pláss er til øll og til smittuslóð. Ver vælkomin at seta teg í samband við okkum um spurningar eru viðvíkjandi einum tiltaki, nlh@nlh.fo, tlf: 351 351

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

17 Sep 19:00

Price

Free