13 Jun - 16 Aug
Tórshavn (capital)
Free
Myndlist

Summarframsýningin 2020

x
Í 2020 og í 2021 varpar Norðurlandahúsið ljós á og fagnar list, sum nýtir tóvirki. Summarframsýningin er ein teirra.

Norska Kari Anne Helleberg Bahri arbeiðir mest við klædnalutum (tóvirkislutum) og innsetingarlist. Listaverk hennara snúgva seg um støður hjá menniskjanum og endurspeglast í klædnapløggum, antin tað er í skapi, tilfari ella báðum. Klæðir, ið eru tætt at kroppinum, hava tætt samband við menniskjað og eru tískil ein natúrligur stuðul í søgu menniskjanna. Hon savnar seg um klæðir og toy sum samskiftishátt, og endamálið hjá klæðunum er beint burtur.

 

Fernisering verður leygardagin 13. juni kl 14.00 – Vælkomin.

Tiltakið er ókeypis, men vegna smittuslóð er tilmelding neyðug. Melda til her

Norðurlandahúsið fylgir tilmælunum frá myndugleikunum viðvíkjandi COVID-19, og tískil er avmarkað nøgd av atgongumerkjum tøk.

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

13 Jun - 16 Aug Every: Mon
Tue
Wed
Thu
Fri
Sat
Sun

Price

Free