Summarhugni í Skopun
Hósdagin 18. juli frá kl. 14 – 19 verður summarhugni í Skopun fyri ung sum gomul!
Kom og hugni tykkum saman við okkum, her verður nógv at taka sær til og nógv gott til góman.
Kom og sniðgev títt egna grót-heiðursmerki
Føroya Grótvirki hevur opið hús, har tú kanst sniðgeva og tilevna títt egna heiðursmerki!
Kom og royni tíni kreativu evni við gróti, og fá eina uppliving fyri lívið. Heiðursmerkið fært tú sjálvandi við tær heim.
Hoppiborgir
Vaflur
Sjálvandi verða okkara heimskendu vaflur at fáa, saman við einum góðum kaffimunni.
Fish & Kips, og ikki at gloyma poppkorn
Hjá Irdi og Jónu kanst tú keypa fisk & kips í heimsklassa, og tú kanst eisini keypa poppkorn frá teimum.
Dart, smart, hart, fart?
Dartfelagið skipar fyri dartkapping fyri bæði vaksin og børn!
Stórir bilar
Bæði brandbilurin og ambulansan verða víst framm á økinum. Nú kunnu tey smáu spyrja so nógv tey orka um hvat bilarnir duga og kanna hvønn krók!
Stafett
Fitnesshøllin hevur opið hús og skipar fyri barnavinarligari stafett á økinum!
Hvør er skjótast í Skopun? Tú? Tað finna vit skjótt út av!.
Á-handilin
Á-handilin bjóðar kaffi og cola.
Hvar?
Alt er beint við og á økinum hjá Grótvirkinum.
Og vistu tit, at heimsins størsti postkassi er í Skopun? Hann er eisini beint við økið.
Address
Føroya Grótvirki
Tormansvegur 36
240 Skopun
Sandoy
Date
18 Jul 14:00 - 19:00