22 Jun - 25 Jun
Tórshavn (capital)
195 DKK
Børn & Ung

SUMMARSKEIÐ: Spælið við!

x
Book now
Samanspæliskeið í spælimanstónleiki fyri børn og ung 10 – 16 ár

Vit fara at læra at spæla føroysk, norðurlendsk og altjóða spælimansløg (løg, ið eru brúkt til fólkadans) og enda við eini stuttari konsert leygardagin kl. 13. Vit fara at læra løg bæði eftir nótum og eftir gehør. Vit fara eisini at læra eitt sindur um siðvenjur og dansir, ið eru tengd at løgunum.

Vit ætla at læra millum 2 og 4 nýggj løg um dagin. Streingja- og blásitónleikarar og akkordeon/harmonikuleikarar: Fyri at luttaka skalt tú hava spælt á tínum ljóðføri so leingi, at tú kanst, uttan stórvegis trupulleikar, læra at spæla løg antin eftir nótum ella eftir gehør rímiliga lætt og skjótt.  Gittar-, ukulele-, klaver-, keyboard- og bassleikarar skulu kunna spæla eftir besifringum. Tá ið tú hevur meldað teg til, skalt tú senda teldupost til nlh@nlh.fo og kunna um, hvat ljóðføri tú spælir, og hvussu leingi tú hevur spælt/fingið undirvísing.

Skeiðshaldarar eru Angelika Hansen, Anna Hüdepohl, Kristian Blak og Sharon Weiss.

Aldursbólkur: 10-16 ár

At hava við: Matpakka

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

22 Jun 2022 10:00 - 14:00
23 Jun 2022 10:00 - 14:00
24 Jun 2022 10:00 - 14:00
25 Jun 2022 10:00 - 14:00

Price

Book now

Vanligt 195 DKK