06 Jul
Tórshavn (capital)
Free
Festivalar
Tónleikur

Summartónar: Aldubáran 25 ár

x
Book now
Konsert í Norðurlandahúsinum – Klassiskt

Ein partur av Summartónum
Tiltakið er ókeypis, tó krevst tilmelding her á síðuni.

Aldubáran varð sett á stovn í 1995 av føroyskum yrkislærdum tónleikarum við tí fyri eyga at framføra kamartónleik og føroyskan partiturtónleik.

Bólkurin telur í dag 13 limir, ið spæla floytu, klarinetett, horn, trompet, violin, bratsch, cello, gittara og klaver. Hendan serstaka samanseting av ljóðførum setur ein fjølbroyttan dám á konsertir og á tónleikin, ið verður skrivaður til bólkin.

Aldubáran hevur síðan stovnanina umbiðið og framført óteljandi verk eftir føroysk tónaskøld, bæði í Føroyum og uttanlanda við góðum ummælum.

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

06 Jul 15:00

Price

Book now Free