07 Jul
Eysturoy
100 DKK
Tónleikur

Aftur í ár verða Summartónakonsertir í Mentanarhúsinum

x

Aftur í ár verður konsert við Aldubáruni í Mentanarhúsinum í sambandi við árligu summartónarnar.

Á hesi konsert er kamartónleikurin er í fokus og á skránni eru m.a. tvey spennandi verk: Stóra C-dur sekstettin eftir ungverska tónaskaldinum Ernst von Dohnányi og eitt nýskrivað verk eftir Kára Bæk.

Sekstettin eftir Dohnányi er eitt stórverk innan klassiska kamartónleikin. Verkið er symfoniskt bæði í vavi og í tónamáli. Hóast hon er skrivað í 1935, hevur sekstettin eitt tónamál, ið lítur aftur til Johannes Brahm og Johann Strauss, men samstundis fram í tíð til humoristiskan jazz og romantiskan filmstónleik.

Verkið eftir Kára Bæk er ein horntrio, ið verður frumframførd til hetta høvið. Horntrio sum sjangra kann sigast at vera ein tilsipan til Brahms, ið Dohnányi setti høgt í metum. Eitt av kendastu verkum eftir Brahms er júst horntrioin í es-dur op 40.

Um Aldubáruna
Aldubáran varð sett á stovn í 1995 av yrkislærdum tónleikarum við tí fyri eyga at framføra kamartónleik og føroyskan partiturtónleik. Bólkurin telur í dag 14 limir. Aldubáran hevur síðan stovnanina umbiðið og framført óteljandi verk eftir føroysk tónaskøld, bæði í Føroyum og uttanlanda við góðum ummælum.

Tónleikarir ið luttaka:
Øssur Bæk, violin
Jón Festirstein, bratsj
Andreas Restorff, cello
Páll Sólstein, horn
Daniel Rye, klarinett
Jóhannes Andreasen, klaver

Address

Mentanarhúsið í Fuglafirði

Karvatoftir 5
530 Fuglafjørður
Eysturoy

Date

07 Jul 16:00 - 17:30

Price

100 100 DKK