03 Jul
Tórshavn (capital)
Free
Tónleikur

SUMMARTÓNAR - Matiné í Mariukirkjuni

x

Matiné í Mariukirkjuni leygardagin 3. juli klokkan 11.30.
Matinéin í Mariukirkjuni í Havn verður við violinleikaranum Moniku Stauss Joensen og urguleikaranum Andrea Stauss Hofmann.
Tónleikararnir eru systrar og upprunaliga úr Sveis. Monika hevur í nógv ár búð í Føroyum. Hon virkur sum violinlærari innan musikkskúlan og hevur spælt konsertir runt Føroyar og uttanlanda. Systirin Andrea býr í Sveis, har hon arbeiðir sum urguleikari í ymiskum kirkjum.
Monika og Andrea byrjaðu at spæla uppá violin og klaver sjey og átta ára gamlar.

ÓKEYPIS ATGONGD

Address

Mariukirkjan

Mariugøta 4
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

03 Jul 11:30 - 12:30

Price

Free